Information

Dette dokument findes kun på færøsk.

Vælkomin til SálarRó

SálarRó er einstaklingavirki hjá mær, Mariu Hanusson Joensen. Eg eri løggildur sálarfrøðingur og havi avtalu við Heilsutrygd (sí www.heilsutrygd.fo) og eri limur í felaganum Føroyskir sálarfrøðingar.

Klinikkin

SálarRó heldur til í Syðrugøtu á Gerðavegi 21. Egin inngongd er direkta inn í hølið. SálarRó stendur á úthurðini.

Viðgerð

Eg veiti sálarliga viðgerð til einstaklingar, pør, familjur, børn og ung sum sum dragast við ymiskt sálarligt órógv. Eisini veiti eg supervisión til ymsar fakbólkar serliga innan Almannaverkið og Barnaverndarøkið, men eisini til aðar føroyskar stovnar og virkir. Eg nýti serliga viðgerðarhættirnar innan mentaliserings grundaða terapi, kognitiva atferðar terapi og EMDR trauma viðgerð. Til smærri børn verður nýtt spæliterapi. Havi ískoytisútbúgving innan allar viðgerðarhættirnar, sum eg nýti. Hvør viðtala er ímillum 45 til 60 minuttir, um ikki annað er avtalað.

Takstir

Eg fylgi takstunum hjá Heilsutrygd - bæði í mun til einstaklingar og bólkaviðgerð. Við ávísing frá lækna rindar Heilsutrygd 408 kr og borgarin 612 kr pr viðtalu. Ert tú 15 til 25 ár og hevur fingið ávísing frá læknanum til ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð, so rindar Heilsutrygd fulla takstin.

Tagnar-og fráboðanarskylda

Arbeitt verður altíð í trúnaði. Sum sálarfrøðingur havi eg bæði tagnarskyldu (sambært psykologlógini og revsilógini) og fráboðanarskyldu (úr lóg um barnavernd §14).

Skjalfesting

Somuleiðis havi eg skyldu til skjalfesting (sambært psykologlógini og dátuverndar-lógini). Allar upplýsingar verða viðgjørdar og goymdar á tryggan og lógligan hátt. Journalirnar hjá øllum mínum kundum verða goymdar og læstar í arkivskápi. Sambært psykologlógini og dátuverndarlógini hevur tú ávísan rætt til innlit í tína journal. Rokningar verða sendar umvegis bókhaldaraskipanina E-conomic.dk, sum einans eg havi atgongd til. Um tín rokning t.d. skal sendast til ein almennan ella kommunalan stovn so verður títt navn ikki viðmerkt á rokningina, men eitt journal nummar og avvarðandi málsviðgeri. Um tú hevur ávísing frá lækna, so skal avrit av ávísingini sendast til Heilsutrygd umvegis teirra sjálvgreiðslu á netinum.

Eg svari fegin spurningum, um tørvur er á nágreinan. Meira kann eisini lesast á fylgjandi heimasíðum: